HM: Týskland vann seg í hálvfinaluna - kann møta Danmark í hálvfinaluni

Týskland vann sannførandi á Brasil

Mynd: Ritzau Scanpix

Týsku vertirnir halda fram við at sópa alla mótstøðu til viks í Westfalenhalle í Dortmund.

 

Í HM-fjórðingsfinaluni vann Týskland greiðan 30-23 sigur á Brasil. 

 

Longu í steðginum var Týskland frammanfyri við seks málum, 17-11, og tær megnaðu at halda munin í seinna hálvleiki.

 

Antje Döll var við seks málum toppskjútti hjá Týsklandi. Næstbesti málskjúttin hjá Týsklandi var Emily Vogel við fimm málum. Toppskjútti hjá Brasil við heili 10 málum var Bruna Aparecida Almeida De Paula.

 

Í hálvfinaluni fríggjadagin møtir Týskland vinnarin av fjórðingsfinaluni millum Danmark og Frakland, ið spæla í Rotterdam í annaðkvøld klokkan 20.

 

Klokkan 19.30 spæla Noreg og Montenegro fjórðingsfinalu í Westfalenhalle, og í morgin klokkan 17 spæla Niðurlond og Ungarn fjórðingsfinalu í Rotterdam.

 

Mynd: Ritzau Scanpix