Olympisku silvurvinnararnir, Týskland kom væl frá landi í innleiðandi bólki A í HM-endaspælinum í manshondbólti.
Í Boxen høllini í Herning eydnaðist tað Týsklandi at vinna 35-28 á Póllandi. Pólland var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Týskland bert á odda 15-14.
Tá var tað eitt skar í týsku gleðini, at Juri Knorr mátti av vøllinum við skaða í seinna hálvleiki.
Í sama bólki endaði tað við javnleiki 17-17 millum Kekkia og Sveis.
Týskland-Pólland 35-28 (15-14)
Toppskjúttar Týskland: Renars Uscins 10, Johannes Golla 6, Luca Witzke 5.
Toppskjúttar Pólland: Ariel Pietrasik 7, Kamil Syprzak 6.
Kekkia-Sveis 17-17 (7-8)
Toppskjúttar Kekkia: Lukas Morkovsky 5, Dominik Skopar 3.
Toppskjúttar Sveis: Lenny Rubin 8, Samuel Zehnder 2, Felix Aellen 2, Medhi Ben Romdhane 2.
Skráin fyri bólk A:
15. januar: Kekkia – Sveis 17-17 (7-8)
15. januar: Týskland – Pólland 35-28 (15-14)
17. januar: Kekkia – Pólland, klokkan 17.
17. januar: Sveis – Týskland, klokkan 19.30.
19. januar: Pólland – Sveis, klokkan 14.30.
19. januar: Týskland – Kekkia, klokkan 17.