HM: Útvístur eftir tríggjar minuttir!

Japan vann 2-1, eftir at Kolumbia fekk ein ann útvístan eftir bara trimum minuttum

Japan vann í dag fyrsta dystin í bólki H. Japan vann 2-1 á Kolumbia, sum fekk Carlos Sanchez útvístan eftir bara tríggjar minuttir. Tað er næst skjótasta útvísingin í einum HM-endaspælið nakrantíð. Tað skjótasta var Jose Batista hjá Uruguay ímóti Skotlandi í setanardystinum í 1986, sum kom longu í 1. minutti.

 

Dysturin er bara smáar tríggjar minuttir gamal, tá miðvallarin brúkar hondina til hjálpar. Japan er í góðari støðu og ongin málverji er í mál, tá fyrrverandi Aston Villa miðvallarin bjargar við hondini. Shinji Kagawa úr Borussia Dortmund skoraði upp á brotssparkið.

 

Kolumbia svaraði annars væl aftur. Stutt fyri hálvleik skoraði Juan Quintero hegnisliga upp á fríspark, tá hann skjeyt undir manngarðin og í mál. Brúk var fyri máltøkni, fyri at staðfesta at bólturin var innanfyri.

 

Í seinna hálvleiki trýsti Japan við einum spælari í yvirtal. Eitt stórt korter fyri tíð stútaði Yuya Osako eitt hornaspark í mál til 2-1, sum eisini bleiv úrslitið. Tó skal nevnast, at Kolumbia trýsti óført seinastu løtuna løtuna.

 

Klokkan 16 spæla Pólland og Senegal, sum eisini eru í bólki H.

 

Bólkur H:

Kolumbia – Japan 1-2 (1-1)

0-1 Shinji Kagawa, 6 br

1-1 Juan Quintero, 39

1-2 Yuya Osako