HM í svimjing byrjar í dag

Fýra føroyingar eru í hesum døgum við í heimstmeistarakappingini í svimjing, sum verður hildin í Barcelona.

 

Poula Øssursdóttir Mohr skal í dag luttaka í kappingini 100 metrar firvald.

 

Okkara fremsti svimjari, Pál Joensen, skal svimja í kappingunum, 800 metrar frí og 1500 metrar frí. Týsdagin 30. juli er fyrsta kappingin hjá honum, sum er 800 metrar frí.

Og leygardagin 3. august er 1500 metrar frí á skránni.

 

Hinir føroysku svimjarnir eru Bartal Heystoy og Birita Debes.

 

Bartal Heystoy luttekur í kappingunum, 200 metrar blandað og 400 metrar blandað. Birita Debes í 50 metrar rygg og 100 metrar rygg.

 

Tað ið vilja síggja kappingina kunnu fylgja við á Eurosport.