Svøríki vann seg í sína fyrstu HM-hálvfinalu nakrantíð, tá tað í dag í fjórðingsfinaluni eydnaðist at vinna 26-23 og senda Danmark heim. Svøríki var á odda 13-12 í hálvleikinum og legði botn undir sigurin í fyrra helmingi av seinna hálvleiki, tá munurin var heilt uppi á sjey málum, 21-14.
Danmark byrjaði betri, men so við og við át Svøríki seg inn í dystin og hevði munin fram ímóti hálvleikinum, tá tað eisini eydnaðist at fara framum. Í seinna hálveiki sat Svøríki á tí mesta og fekk eisini vart fyri, tá Danmark ímóti endanum royndi at gera ein vørr.
Besti spælari á vøllinum var høgri bakkurin hjá Svøríki, Hanna Blomstrand, ið gekk undan við klassamálum, tá mest var brúk fyri tí. Munurin á liðunum annars var nokk fyrst og fremst, at Svøríki hevði betra verjuspælið og tí fekk hildið Danmark frá sær.
Júst verið í Føroyum
Føroyskir hondbóltsáskoðarar fingu so seint sum 1. oktober ein forsmakk av svensku dygdunum, tí svensku hondbóltskvinnurnar vóru tá í Føroyum og spældu EM-undankappingardyst ímóti føroyska kvinnulandsliðnum. Tann dystin vann Svøríki 33-15, eftir at hava verið á odda 19-10 í hálvleikinum.
Í hálvfinaluni fríggjadagin klokkan 16.30 skal Svøríki spæla ímóti Fraklandi, sum í síni fjórðingsfinalu vann 25-22 á Montenegro. Í hini hálvfinaluni møtast vinnararnir av fjórðingsfinalunum í morgin, tá Holland og Tjekkia spæla klokkan 16.30 og Norra og Russland klokkan 19.30.
Hálvfinalurnar í HM-endaspælinum, sum er í Týsklandi, verða spældar fríggjadagin klokkan 16.30 og 19.30, og sjálv HM-finalan verður sunnudagin klokkan 16.30.
Myndir niðanfyri við loyvi frá /ritzau/Lars Poulsen: