HM stjørnur til hendurs

(HM 2014) Ghana hevur sent tveir av kendastu spælarunum heim

Kevin Prince Boateng og Sulley Muntari, sum báðir hava spælt í Seria A og Premier League, eru sendir heim frá HM hópinum hjá Ghana. Tað hendir eftir, at teir fóru til hendurs til venjing. Síðani fingu bæði venjarin og fólk í fótbóltssambandinum hjá Ghana av at vita frá teimum báðum.

 

Les eisini: Ronaldo rýkur

 

Landsliðsvenjarin, Kwesi Appiah, hevur boðað teimum báðum frá, at teir ikki longur eru vælkominir í HM-leguni hjá Ghana. Bæði Kevin Prince Boateng og Sulley Muntari eru millum navnframu spælararnar hjá Ghana. Teir hava millum annað báðir spælt í AC Milan, og í Portsmouth, áðrenn enska felagið fekk fíggjarligar trupulleikar.

 

Landsliðsspælararnir hjá Ghana hava eisini verið í hørðum samráðingum við fótbóltssambandið um bonus pengar. Talan er um yvir eina hálva millión krónur til hvønn spælara. Hesa upphæddina hava spælararnir nú fingið í kontantum, men tað hevur ikki loyst trupulleikan.

 

Ghana hevur framvegis møguleika at koma víðari í HM endaspælinum um teir vinna á Portugal í dag. Sulley Muntari hevur leikbann alíkavæl, meðan Kevin Prince Boateng hevði verið ivasamur orsaka av skaða.

HM 2014 - Bólkur G:

Portugal - Ghana (17.00)
USA - Týskland (17.00)

Støðan í bólki G (Málúrtøka) - Stig

1. Týskland   (6-2)   4

2. USA   (4-3)   4

3. Ghana   (3-4)   1

4. Portugal   (2-6)   1