HM-steypið, ið spælarar sum Diego Maradona hava tikið í móti, er nú á veg til Føroya við tiltikna Coca-Cola flúgvaranum. Við í flúgvaranum er eisini franski HM vinnarin frá 1998, Christian Karembeu.
Tiltikna Coca-Cola flogfarið, ið er prýtt bæði uttan og innan við Coca-Cola, lendur í Føroyum 24. mars. Umborð er orginala FIFA World Cup steypið. Eitt steyp, ið spælarar sum Diego Maradona, Lothar Matthäus, Fabio Cannavaro, Iker Casillas og Didier Deschamps hava tikið í móti frammanfyri øllum heiminum.
Nú hevur tú eisini møguleikan at síggja orginala HM-steypið saman við einum serligum heimsmeistara. Tí Christian Karembeu er ikki hvør sum helst. Hann var við til at vinna HM í 1998 fyri Frakland, sum er einastu ferð, at stóra tjóðin hevur vunnið steypið. Hann er eisini tvífaldur Champions League vinnari við ongum minni enn Real Madrid.
Flogfarið lendir í Vágum leygardagin 24. mars klokkan 17. Tá fáa innboðin møguleikan at sleppa umborð á flogfarið. Síðani gongur leiðin á Tórsvøll, har almenningurin fær møguleika at síggja HM-steypið. Møguleiki verður eisini at taka myndir saman við steypinum í eitt avmarkað tíðarskeið. Tað er P/F Poul Hansen, sum hevur umboð fyri Coca-Cola í Føroyum, ið stendur fyri tiltakinum.
Coca Cola flogfarið fer víðari til Íslands sunnumorgunin 25. mars klokkan 8.