Í okkara bólki vann Spania fyri einari løtu síðani 34-28 á Angola í U21 HM-endaspælinum.
Í steðginum var Spania á odda 17-15. Angola stóð seg sera heiðurliga í dagsins dysti, og tað gekk ein góð løta áðrenn Spania fekk sett seg á dystin.
Úrslitið merkir, at Spania og Føroyar hava fýra stig hvør og hava vunnið seg víðari til millumumfarið, har Portugal og Brasil vera mótstøðuliðini í millumbólkinum.
Spania og Føroyar spæla bólkafinalu í annaðkvøld klokkan 19.15. Vinnarin av dystinum tekur tvey stig við sær í millumumfarið.











