HM: Soleiðis vera fjórðingsfinalurnar leiktar

Tvær HM-fjórðingsfinalur vera leiktar í dag og tvær vera leiktar í morgin

Liðini sum hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í HM-endaspælinum í hondbólti eru hesi: Noreg, Danmark, Svøríki, Frakland, Týskland, Niðurlond, Montenegro og Kekkia.

 

Soleiðis vera HM-fjórðingsfinalurnar spældar

 

Týsdagin 12. desember klokkan 16.30 Frakland-Kekkia

 

Týskvøldið 12. desember klokkan 19.30 Niðurlond-Noreg

 

Mikudagin 13. desember klokkan 16.30 Svøríki-Týskland

 

Mikukvøldið 13. desember klokkan 19.30 Danmark-Montenegro

 

Hálvfinalurnar vera spældar fríggjadagin 15. desember og finalan og dysturin um bronsuna vera spældir sunnudagin 17. desember.