HM skelkur: Brasil útsligið – Kroatia víðari

HM 2022: Kroatia hevur í kvøld vunnið á Brasil í HM-endaspælinum í Katar

Kroatia hevur í kvøld vunnið á Brasil í HM-endaspælinum í Katar, eftir brotssparkskapping. Talan er um ein HM-skelk, tí Brasil var favorittur at vinna HM. Tó er vert at hava í mentu, at Kroatia var í HM-finaluni í 2018, so talan er um royndar landsliðsspælarar.

 

Tað var lítil munur á liðunum í fyrra hálvleiki. Brasil hevði bóltin meir, men Kroatia er eitt tekniskt sterk lið, sum væl megnaði at halda upp á bóltin. Báðir partar royndu seg við skotum, men sjáldan var vandi á ferð.

 

Søgan var tann sama í seinna hálvleiki, men tey flestu mundu vænta, at favorittarnir úr Brasil, fóru at taka yvir. Tað bleiv tó málleyst í vanligari leiktíð. Í longdu leiktíðini kom Brasil á odda í seinasta minuttinum fyri hálvleik.

 

Neymar byrjaði álopið, sum endaði við at stóra stjørnan á brasilska liðnum rak framvið málverjanum og sendi bóltin upp í nettakið. Tú sást hvussu luftin fór úr fleiri av kroatisku spælarunum, men í stutta steðginum funnu teir megi.

 

Tí í 116. minutti fór Kroatia í eitt skjótálop, sum endaði við at innskifti Bruno Petkovic skoraði við eitt sindur av hjálp frá einum brasilskum beini, sum kom í vegin. Fleiri mál komu ikki og tí varð farið til brotssparkkapping.

 

Her brendi innskifti Rodrygo í fyrstu royndini. Síðani skiftust partarnir at skora inntil trýstið var størst á Marquinhos. Tí hann skuldi skora fimta og seinasta sparkið fyri Brasil, men rakti á stongina og út.

 

Kroatia skal møta vinnaranum av Argentina og Hollandi í hálvfinaluni.

 

Kroatia – Brasil 0-0 (0-0) 1-1 eftir longda leiktíð

 

0-1 Neymar, 105

 

1-1 Bruno Petkovic, 116

 

*Kroatia vinnur 4-2 eftir brotssparkskapping