Leygardagin 22. august verður Sjómannadagurin í Klaksvík.
Eitt av nýggju tiltøkunum verður heimsmeistaraheitið í langróðri, og verður kappingin blást ígongd klokkan 13.
Kappast verður í tveimun bátastøddum, 6- og 5-mannaførum. Menn ella blandaðar manningar rógva við 6-mannaførum, meðan kvinnur rógva við 5-mannaførum. Aldursmarkið er sett til at vera 14 ár.
Teinurin, ið rógvin verður er áleið 8,5 kilometrar og verður róð frá veraandi máli í Klaksvík, norður til byrgingina í Haraldssundi og aftur til málið í Klaksvík. Starturin verður leysur og við niðurteljing, skrivar Róðrarsambandið á heimasíðu sínari.