TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr annan senditíman av sendingini hjá Rás2, har sent var beinleiðis frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.
Rás2 hevði mannað eitt HM-panel við Oddbirni Joensen og Tróndi Arge, ið mettu um teir átta HM-bólkarnir.
Bæði Oddbjørn og Tróndur hava Brasil sum favoritt, og hava Týskland sum næststørsta favorittin.
Oddbjørn og Tróndur geva Danmark og Svøríki ein frægari møguleika enn Íslandi at vinna seg víðari til áttandapartsfinalurnar. Men teir vóna báðir av hjarta, at Ísland tekur øll á bóli enn einaferð og vinnur seg víðari í kappingini.
Fyrsti senditímin hjá Rás2 úr Bowlinghøllini, sendingin "Spurin" hjá Petur Zachariassen, har Petur prátaði við Virgar Enghamar og Dan Kjælnes frá Bowlinghøllini hoyrist HER
Prátið Rás2 hevði úr Bowlinghøllini seinnapartin, har prátað var við Birnir S. Hauksson um íslendska HM-liðið hoyrist HER