Altjóða fótbóltssambandið, FIFA, kunngjørdi í gjár, at HM-endaspælið í 2030 skal spælast í seks longum – fordeilt yvir tríggjar heimspartar. Tríggir teir fyrstu dystirnir verða spældir í ávikavist Uruguay, Argentina og Paraguay, fyri at hátíðarhalda at tað eru 100 ár síðani fyrsta HM-endaspælið, ið var í Uruguay.
Síðani skulu restina av dystunu spælast í Marokko, Spania og Portugal. Hetta er í sjálvum sær ein óhoyrd ætlan. Við hesum verða dystir spælir í Suðuramerika, Afrika og Europa. Tað er fyrstu ferð, at tað verður spælt í trimum heimspørtum.
Hendan ætlanin hevur ikki fingið góða móttøku. Fleiri viðmerkjarar halda, at hetta er enn ein ørvitisætlan hjá FIFA, men forsetin heldur at hetta - eins og HM í Katar – fer at sameina allan heimin.
- Ráðið hjá FIFA var samt um, at bara felags boðið hjá Marokko, Spania og Portugal verður góðtikið. Tá tveir heimspartar sum Europa og Afrika spæla saman, so fer tað eisini at skapa eitt sosialt og mentanarligt samband, sigur Gianni Infantino
Sostatt hevur forsetin í FIFA sett sær fyri, at skapa fri í øllum heiminum við at lata HM-endaspælið til seks lond. Onnur halda, at FIFA forsetin hevur annað í huga. Nevniliga at Saudiarabia skal hava HM-endaspælið í 2034. Tað verður helst í kapping við Avstralia.