HM: Norsku vertirnir snávaðu aftur í bólki E

Noreg mátti lúta fyri Portugal og tekur einki stig við sær til millumumfarið

Norska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur verið heimsins fremsta lið seinastu 20 árini. Sama kann ikki sigast um norska manslandsliðið, ið er í ringum skørum sum vertsland til HM-endaspælið í manshondbólti.

 

Noreg hevði í kvøld í innleiðandi bólki E brúk fyri einum sigri á Portugal í høllini í Bærum uttanfyri Oslo. Við tapi fekk Noreg einki stig við sær í millumumfarið, og tað var júst tað sum hendi.

 

Noreg tapti 28-31 fyri Portugal, og størsti miðilin í Noreg, VG staðfestir, at talan er um eitt fiasko-HM hjá Noregi. 

 

Portugal var á odda 14-13 í steðginum. Noreg ressaðist fyrsta partin av seinna hálvleiki og kom á odda 18-16. Men aftaná Portugal legði seg á odda 22-21 fekk Noreg aldrin leiðsluna aftur. Serliga seinastu løtuna gekk illa í hond hjá Noregi.

 

Brasil vann fyrr í dag 31-24 á USA. Amerikumenn avrikaðu framúr væl í fyrra hálvleiki, og var USA á odda 12-10 í steðginum. Brasiliumenn reistu seg tó í seinna hálvleiki.

 

Portugal vinur bólkin við seks stigum, Brasil hevur fýra stig, Noreg tvey stig, og USA endaði aftast við ongum stigi.

 

Portugal tekur fýra stig, og Brasil tekur tvey stig við sær í millumumfarið.

 

Í millumumfarinum bíða torførir dystir móti Svøríki og Spania, so tað sær sera svart út hjá Noregi. Triðja liðið úr bólki F sum vinnur seg í millumspælið, verður antin Chile ella Japan, ið spæla dyst í morgin klokkan 17.

 

Noreg-Portugal 28-31 (13-14)

 

Toppskjúttar Noreg: Simen Lyse 9, Tobias Grøndahl 6, Sander Sagosen 3, Kristian A. Rød 3, Kristian Bjørnsen 3. 

 

Toppskjúttar Portugal: Luis Frade 6, Francisco Costa 6, Salvador Salvador 3, Leonel Fernandes 3, Martim Costa 3.

 

Brasil-USA 31-24 (10-12)

 

Toppskjúttar Brasil: Rudolph Hackbarth 8, Joel Matos Santos 7, Vinicios de Carvalho 4, Guilherme Borges 3.

 

Toppskjúttar USA: Jonas Stromberg 6, Aboubakar Fofana 4, Samuel Hoddersen 4.