HM: Norra nærkast hálvfinalunum - Danmark er úti

Norra rann Suðurkorea um koll, og liggur á odda í bólki 1, áðrenn seinasta dystin ímóti Týsklandi

Norra fekk úrslitini við sær í morgun, áðrenn sólsskinssøgan úr Suðurkorea stóð fyri skotum fyrrapartin.

Sí eisini:

HM: Serbia og Danmark rættu stóra hjálp til Norra

Og Norra gav onga grið. Suðurkorea tóktist merkt av, at skula spæla sín sjeynda dyst upp á 10 dagar, og megnaði yvirhøvur ikki at fylgja við teimum norsku.

Eingin spenningur var í seinna hálvleiki, ið byrjaði við støðuni 20-10 til Norra, sum ikki slepti tamarhaldinum.

Úrslitið gjørdist 36-25, og Norra yvirhálar bæði Týskland og Niðurlond, sum taptu fyrr í dag.

Tí er eisini lagt upp til sera spennandi dyst ímillum Norra og Týskland í ovurmorgin, har vinnarin tryggjar sær hálvfinalupláss.

Niðurlond og Serbia spæla tá ímóti ávikavist Suðurkorea og Danmark, og kunnu yvirhála við sigri. Fyri Serbia krevst tó, at Norra vinnur á Týsklandi.

Bólkur 1TjóðDystirMálmunurStig
1Norra4156
2Týskland425
3Niðurlond4104
4Serbia4-124
5Danmark4-13
6Suðurkorea4-142