Norska kvinnulandsliðið hevur enn eina ferð vunnið seg í eina hálvfinalu í einum endaspæli. Nakað sum tær hava gjørt á óteljandi sinnum.
Noreg vann í fjórðingsfinaluni í Tróndheim greiðan 30-23 sigur á Niðurlondum. Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Noreg bert á odda við einum máli, 12-11. Í seinna hálvleiki avrikaði Noreg væl bæði í verju og í álopspartinum og vann at enda trygt.
Noreg møtir vinnaranum av hálvfinaluni millum Danmark og Montenegro, ið verður leikt í annaðkvøld klokkan 19.30.
Klokkan 16.30 spæla Svøríki og Týskland fjórðingsfinalu. Vinnarin í tí dystinum møtir Fraklandi í hálvfinaluni.
Niðurlond – Noreg 23-30 (11-12)
Niðurlond : Dione Housheer 4, Angela Malestein 4, Estevana Polman 3, Zoë Sprengers 3, Lois Abbingh 2, Bo Van Wetering 2, Nikita Van Der Vliet 2, Larissa Nüsser 1, Yara Ten Holte 1, Kelly Dulfer 1.
Noreg : Stine Skogrand 9, Ingvild Kristiansen Bakkerud 5, Henny Ella Reistad 4, Stine Bredal Oftedal 3, Nora Mork 3, Maren Nyland Aardahl 2, Sanna Charlotte 2, Camilla Herrem 1, Kari Brattset Dale 1.
HER ber til at síggja samandráttin hjá altjóða hondbóltssambandinum frá dystinum:
##med2##