HM: Noreg vann á Danmark aftaná longda leiktíð

Danmark var á odda 14-9 í steðginum, men megnaði ikki at halda fast

Norska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur vunnið seg í enn eina finalu í einum endaspæli.

 

Noreg vann frammanfyri 12.000 áskoðarum í Boxen høllini í Herning 29-28 á Danmark aftaná longda leiktíð í HM-hálvfinaluni.

 

Danmark var á odda 14-9 í steðginum, og tær vóru á odda til fáir minuttir vóru eftir av dystinum. Tað endaði við javnleiki 23-23 í vanligu leiktíðini.

 

Henny Reistad skoraði sigursmálið til 29-28 í allarseinasta sekundinum av longdu leiktíðini.

 

Henny Reistad skoraði heili 15 mál, og hon skoraði øll seks málini hjá Noregi í tí longdu leiktíðini. 

 

Danmark-Noreg 28-29 (23-23 - 14-9)

 

Danmark:  Kristina Jørgensen 7, Anne Mette Hansen 5, Louisa Burgaard 4, Kathrine Heindahl 4, Emma Friis 3, Mie Højlund 3, Line Haugsted 1, Rikke Iversen 1.

 

Noreg: Henny Reistad 15, Stine Oftedal 5, Nora Mørk 3, Camilla Herrem 2, Thale Deila 1, Stine Skogrand 1, Sanna Solberg Isaksen 1, Maren Aardahl 1.