HM: Montenegro vann seg í fjórðingsfinaluna hóast tap fyri Svøríki

Svøríki fekk fult stigatal í millumbólki 1. Montenegro var betri innanhýsis móti Ungarn

Tað er eingin slingur í valsinum hjá svensku hondbóltskvinnunum. Tær vunnu enn ein sigur í kvøld, og hava vunnið seks dystir á rað í HM-endaspælinum í hondbólti.

 

Í kvøld vann Svøríki greiðan sigur á Montenegro, ið kortini knógvaði annað plássið, tí tær eru betri innanhýsis móti Ungarn, ið eisini hevur seks stig.

 

Svøríki møtir Týsklandi, og Montenegro møtir Danmark í fjórðingsfinalunum. 

 

Montenegro – Svøríki 25-32 (9-15)

 

Montenegro : Jelena Despotovic 6, Durdina Malovic 5, Ivana Godec 4, Itana Grbic 3, Tatjana Brnovic 2, Dijana Mugosa 2, Matea Pletikosic 2, Jelena Vukcevic 1.

 

Svøríki : Jamina Roberts 6, Nathalie Hagman 6, Jenny Carlson 5, Linn Blohm 4, Mathilda Lundström 3, Elin Hansson 3, Sofia Hvenfelt 2, Kristin Thorleifsdottir 2, Tyra Axnér 1.

 

Ungarn – Kroatia 23-22 (8-11)

 

Ungarn : Katrin Gitta Klujber 9, Viktória GyRi-Lukács 5, Kinga Barbara Debreczeni 3, Anna Albek 2, Petra Simon 2, Petra Vámos 1, Nadine SzöllSi-Schatzl 1.

 

Kroatia : Dejana Milosavljević 8, Katarina Ježić 4, Ćamila Mičijević 4, Tina Barišić 2, Valentina Blažević 2, Nikolina Zadravec 2.

 

Kamerun – Senegal 20-22 (12-7)

 

Kamerun : Laeticia Petronie Ateba Engadi 5, Paola Cyrielle Ebanga Baboga 5, Genie Lupin Feudji Vengou 2, Marie Yolande Nadine 2, Vanessa Pasma 1, Anne Florette Mbouchou Mandop 1, Isabelle Noelle Mben Bediang 1, Brenda-Sherryl Attisso 1, Sonya Marlaine Nnomo 1, Vicky Orchelle Nyamsi 1.

 

Senegal : Soukeina Sagna 6, Dienaba Sy 5, Aminata Cissokho 5, Marie Fall 2, Raissa Dapina 1, Fanta Keita 1, Hawa Ramatou Ndiaye 1, Doungou Camara 1.

 

    
Nr.Millumbólkur 1DystirStig
1Svøríki510
2Montenegro56
3Ungarn56
4Kroatia55
5Senegal53
6Kamerun50