Í kvøld klokkan 19 stendur slagið millum bóltsnillingarnar, Luka Modric og Lionel Messi, tá Kroatia og Argentina møtast í HM-hálvfinaluni í Katar.
Tá Luka Modric fyri fyrstu ferð, og higartil einastu ferð vann Ballon d´or í 2018 fór tað ikki stillisliga framvið.
Modric var so fegin um stóra heiðurin, at hann gjørdi ikki mætari enn at keypa 25 Rolex Daytona-ur úr reyðagulli til leikararnar, venjararnar og hjálparfólkini kring hópin í Real Madrid.
Ikki nóg mikið við tí. Modric keypti eisini 25 Rolex Daytona-ur úr reyðagulli til krotatisku landsliðsleikararnar, venjararnar og hjálparfólkini kring hópin hjá Kroatia, ið vann HM-silvur í 2018.
Spurdur um hví hann hevði verið so gávumildur, svaraði Modric: - Uttan mínar liðfelagar í Real Madrid, og mínar liðfelagar á kroatiska landsliðnum hevði eg ongantíð vunnið Ballon d´or.
Tey 50 Rolex Daytona-urini úr reyðagulli kostaðu samanlagt 15 miljónir krónur í okkara peningi.