HM: Marokko hevur bara latið tvey mál inn í 10 dystum

Málúrtøkan hjá Marokko í 10 teimum seinastu dystunum er 14-2

Í kvøld sær fótbóltsheimurin fram ímóti HM-hálvfinaluni millum Frakland og Marokko í Katar.

 

Frakland er favorittur til at knógva Marokko, men verður hugt eftir 10 teimum seinastu dystunum hjá Marokko, so kann staðfestast, at fraklendingar fáa sína søk fyri. 

 

Marokko hevur ikki tapt í 10 teimum seinastu dystunum teir hava spælt síðani 1. juni. Og í hesum 10 dystunum hava teir bert latið tvey mál inn, og hava skorað 14 mál sjálvir. 

 

Soleiðis hevur tað gingist hjá Marokko seinastu 10 dystirnar: 

 

2:1 Mar­okko - Suðurafrika, undan­kappingardystur til Africa Cup of Nations

2:0 Mar­okko - Lib­eria, undan­kappingardystur til Africa Cup of Nations

2:0 Mar­okko - Chile, venjingardystur í Barcelona

0:0 Mar­okko - Paraguay, venjingardystur í Sevilla

3:0 Mar­okko - Georgia, venjingardystur spældur í sameindu arabisku emirríkjunum. 

0:0 Mar­okko - Króatía, bólkaspælið, HM í Kat­ar

2:0 Mar­okko - Belg­ia, bólkaspælið, HM í Kat­ar

2:1 Mar­okko - Kan­ada, bólkaspælið, HM í Kat­ar

0:0 (3:0) Mar­okko - Spania, áttandapartsfinala HM

1:0 Mar­okko - Portugal, fjórðingsfinala HM