Heimsmeistarakappingin í manshondbólti, sum er í Spania hesaferð, byrjaði seinnapartin við dysti millum vertslandið og Algeria. Dystrun bleiv ongantíð spennandi, tí sum væntað var tað spanska liðið nógv sterkari enn teir norðurafrikonsku gestirnir. Úrslitið bleiv ein spanskur stórsigur 27-14 eftir 14-5 í steðginum.
Í morgin eru fleiri dystir á skránni, og fyri okkum norðurlendingar eru tað helst tveit dystir, sum hava áhuga. Tann fyrri er millum Ísland og Russland, og í tí seinna møtast Danmark og Qatar. Tað er lítið at ivast í, at tann fyrri verður meiri spennandi enn tann seinni.
Danmark og Ísland eru tey einastu norðurlendsku liðini í kappingini, og tey eru í sama bólki.
24 lond eru í endaspælinum í Spania. Í bólti A eru Argentina, Týskland, Tunesia, Frakland, Brasil og Montenegro. Í bólki B eru Makedonia, Qatar, Ísland, Russland, Danmark og Kili. Bólkur C sær soleiðis út: Pólland, Suðurkorea, Slovenia, Saudiarabia, Hvítarussland og Serbia, og í bólki D eru Algeria, Avstralia, Ungarn, Egyptaland, Kroatia og Spania.