HM-lutakastið: Systkinabørnini vilja møta Montenegro ella Norðurmakedonia

Vit hava spurt føroysku EM-hetjurnar hvørjum liði teir vilja, at Føroyar møta í HM-undankappingardystunum í maj

Leygardagin klokkan 12 hevur altjóða hondbóltssambandið, IHF lutakast til triðja og endaliga undanumfarið til HM-endaspælið í manshondbólti í januar í 2025, ið verður leikt í Noregi, Danmark og í Kroatia. 

 

Føroyar eru millum tey 22 evropeisku liðini, ið skulu kappast um at vinna seg til HM-endaspælið.

 

Vit eru í potti 2, og vit skulu spæla ein heimadyst og ein útidyst móti einum liði úr potti 1 um rættin at taka lut í HM-endaspælinum um eitt ár. Dystirnir vera spældir millum 6. og 12. mai. 

 

Liðini í potti 1 sum Føroyar kunnu møta eru: 

 

Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Niðurlond, Spania, Montenegro, Kekkia, Póland og Norðurmakedonia.

 

Spurdur um hvønn hann vil sleppa at møta í HM-undankappingardystunum, svarar Óli Mittún: - Har eru nógv sera góð lið vit kunnu trekkja, men helst hevði eg valt Montenegro ella Norðurmakedonia. Ella kanska Kekkia, sum Føroyar áður hava vunnið á. Kanska hevði tað eisini verið feitt at fingið hevnd móti Pólandi ella Slovenia, men tað eru nølur sera góð lið. Vónirnar til HM-undankappingardystirnar eru fínar haldi eg, men sjálvandi verður tad trupult ti hatta eru alt sera sterk lið, sum ofta hava verið við til EM-endaspøl áður. Men vit hava yvirraskað fyrr, og vit trúgva sjalvandi hundrað prosent upp á, at vit kunnu yvirraska aftur. Sigur Óli Mittún í stuttari viðmerking til in.fo. 

 

- Eg ynski mær Montenegro ella Norðurmakedonia. Sigur systkinabarnið hjá Óla, Rói Ellefsen á Skipagøtu.

 

- Vit trúgva allir uppá tað (sum altíð). Men tað kann gerast rættiliga avgerandi hvørjum liði vit skulu spæla ímóti. Tað ber væl til at vinna móti øllum hasum liðunum, men tað kann sjálvandi gerast trupult at vinna samlað yvir tveir dystir móti t.d. Spania, Íslandi ella Slovenia, sigur Rói Ellefsen á Skipagøtu í stuttari viðmerking til in.fo.