Leygardagin klokkan 12 hevur altjóða hondbóltssambandið, IHF lutakast til triðja og endaliga undanumfarið til HM-endaspælið í manshondbólti í januar í 2025, ið verður leikt í Noregi, Danmark og í Kroatia.
Føroyar eru millum tey 22 evropeisku liðini, ið skulu kappast um at vinna seg til HM-endaspælið.
Vit eru í potti 2, og vit skulu spæla ein heimadyst og ein útidyst móti einum liði úr potti 1 um rættin at taka lut í HM-endaspælinum um eitt ár. Dystirnir vera spældir millum 6. og 12. mai.
Liðini í potti 1 sum Føroyar kunnu møta eru:
Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Niðurlond, Spania, Montenegro, Kekkia, Póland og Norðurmakedonia.
Spurdur um hvønn hann vil sleppa at møta í HM-undankappingardystunum, svarar Rói Berg Hansen: - Póland hevði eg gjarna viljað møtt einaferð aftrat. Annars Montenegro ella Norðurmakedonia sum annað val. Eingin ivi er um, at vit trúgva og vit fara eftir at røkka einum HM-endaspælið, vælvitandi um, at vit sum ikki einaferð eru "underdogs". Sigur Rói Berg Hansen í stuttari viðmerking til in.fo.