Leygardagin klokkan 12 hevur altjóða hondbóltssambandið, IHF lutakast til triðja og endaliga undanumfarið til HM-endaspælið í manshondbólti í januar í 2025, ið verður leikt í Noregi, Danmark og í Kroatia.
Føroyar eru millum tey 22 evropeisku liðini, ið skulu kappast um at vinna seg til HM-endaspælið.
Vit eru í potti 2, og vit skulu spæla ein heimadyst og ein útidyst móti einum liði úr potti 1 um rættin at taka lut í HM-endaspælinum um eitt ár. Dystirnir vera spældir millum 6. og 12. mai.
Liðini í potti 1 sum Føroyar kunnu møta eru:
Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Niðurlond, Spania, Montenegro, Kekkia, Póland og Norðurmakedonia.
Spurdur um hvønn hann vil sleppa at møta í HM-undankappingardystunum, svarar Kjartan Johansen: - Eg haldi, at vit hava hevnd til góðar ímóti Pólandi. Við einum góðum lutakasti, so kunnu vit saktans hava ein møguleika at kvalifisera okkum til HM. Um vit eru realistisk, so ber tað helst ikki til, men tað haldi eg ikki vit eru í løtuni. Sigur Kjartan Johansen í stuttari viðmerking til in.fo.
- Eg ynski, at vit møta Norðurmakedonia. Sjálvt um tað inniber ein túr til Balkan. Vónirnar hjá mær eru góðar. Sigur Leivur Mortensen í stuttari viðmerking til in.fo.
##med2##