HM: Luis Enrique hevur fingið sekkin sum spanskur landsliðsvenjari

Vánaliga avrikið í HM-endaspælinum í Katar kostaði Luis Enrique dýrt

Tað svíður hart hjá stoltu spaniólunum, at landslið teirra er sent úr HM-kappingini aftaná tap eftir brotssparkskapping í áttandapartsfinaluni móti gamla spanska hjálandinum, Marokko.

 

Tapið í áttandapartsfinaluni hevur nú fingið avleiðingar fyri spanska landsliðsvenjaran, Luis Enrique.

 

Luis Enrique gjørdist spanskur landsliðsvenjari í 2018, og í fyrstu undankappingini, EM-undankappingini í 2019 var Spania í bólki saman við okkum. Spania vann 4-1 á Tórsvølli og 4-0 á heimavølli.

 

Í fjør vann Spania seg í EM-hálvfinaluna, har teir taptu fyri Italia aftaná brotssparkskapping. 

 

Í Spania vænta tey, at U21-landsliðsvenjarin, Luis de la Fuente fer at taka við landsliðsvenjarastarvinum.