HM: Kroatia vann á Slovenia - Ísland endaði við svartaperi

Kroatia, Egyptaland og Ísland endaðu øll á átta stigum í HM-millumbólki 4

Ísland datt úr HM-kappingini við minsta marginali.

 

Kroatia, Egyptaland og Ísland endaðu øll á átta stigum í HM-millumbólki 4, men Ísland er ringast fyri í innanhýsis uppgerðum, og tí vera tað vertstjóðin, Kroatia og Egyptaland, ið skulu spæla fjórðingsfinalur móti ávikavist Ungarn og Frakland í ovurmorgin, har Kroatia aftur fær fyrimunin av at vera á heimavølli.

 

Kroatia vann í kvøld í Zagreb Arena høllini 29-26 á Slovenia. Slovenia legði hart og var á odda 5-0 áðrenn Kroatia fótaði sær. Í steðginum var støðan tó javnleikur 15-15. Liðini fylgdust til støðuna 22-22. Tá eydnaðist Kroatia at koma framum 25-22, og tá fingu teir veruliga tak á dystinum.

 

Slovenia endaði á fjórða plássinum í bólkinum við fýra stigum. Argentina hevur tvey stig á fimta plássinum, og Kap Verde endaði aftast við ongum stigi.

 

Kroatia-Slovenia 29-26 (15-15)

 

Toppskjúttar Kroatia: Ivan Martinovic 6, Marin Šipić 5, Filip Glavas 5, Mario Sostaric 3, Mateo Maras 3.

 

Toppskjúttar Slovenia: Aleks Vlah 5, Blaz Janc 4, Domen Makuc 3, Kristjan Horzen 3, Tilen Kodrin 3.

 

Kap Verde-Egyptaland 24-31 (13-14)

 

Toppskjúttar Kap Verde: Délcio Pina 6, Bruno Landim 5, Paulo Moreno 4. 

 

Toppskjúttar Egyptaland: Yahia Omar 11, Ali Zein 4, Ahmed Nafea 4. 

 

Ísland-Argentina 30-21 (15-10)

 

Toppskjúttar Ísland:  Óðinn Þór Rikharðsson 7, Viggó Kristjánsson 4, Orri Freyr Þorkelsson 4, Janus Daði Smárason.

 

Toppskjúttar Argentina:  Ramiro Martinez 6, Martin Jung 3, Lucas Aizen 3, Juan Gull 3.