Leygarkvøldið kl 20 fer fyrsta umfar í FM Karaoke av bakkastokki.
4 kvinnur og 4 mannfólk fara at kappast um at koma í finaluna, sum
verður eftirfylgjandi leygarkvøld.
Seinasta ár vunnu Paula Danielsen og Kjartan Torbensson seg víðari til
Singapore, har tað eydnaðist Paulu at gerast heimsins næstbesti karaoke
sangarií heiminum.
í ár verður HM í Vancouver, Kanada! Kanada átti heimsins besta sangara í
fjør Elsaida Alerta. Støðið í HM Ã karaoke seinastu árini er munandi hækkað í allar mátar, sigur Kenneth Hovgaard, formaður í Karaoke felag Føroyar.
FM í karaoke, sum er fyrsta treytin hjá luttakarunum at vinna, verður í
Glitnir í Havn.