HM í dart: Finalan er í kvøld

Dart: Í kvøld er størsti einstaki dysturin í kappingarárinum í dart, tá finalan í PDC HM-kappingini verður millum favorittin Michael van Gerwen, og avjóðaran Michael Smith

Michael van Gerwen

Í kvøld er størsti einstaki dysturin í kappingarárinum í dart, tá finalan í PDC HM-kappingini verður millum favorittin Michael van Gerwen og avbjóðaran Michael Smith.

 

Hollendski Michael van Gerwen er í stórformi og vann greitt 6-0 í hálvfinaluni móti Dimitri Van den Bergh. Eftir dystin bleiv hann spurdur hvat Michael Smith skuldi gera, fyri at steðga honum. “Eg eri ikki til at steðga”, svaraði Michael van Gerwen sjálvvísur.

 

Michael van Gerwen hevur vunnið PDC HM-finaluna tríggjar ferðir. Avbjóðarin, Michael Smith, hevur verið í finaluni tvær ferðir. Fyrru ferð tapti hann móti júst Michael van Gerwen. Tað var í 2019.

 

Michael Smith var aftur í finaluni í fjør, men tapti fyri litríka Peter Wright, sum eisini verður nevndur "Snakebite". Peter Wright tapti óvæntað fyrr í kappingini og megnaði tí ikki at verja sigurin í fjør.

 

Annars kann nevnast, at tað hevur verið órógv til HM-endaspælið í Alexandra Palace. Ein av favorittunum, vinnarin frá 2021 Gerwyn Price, tók oyrabúffar við at pallin til fjórðingsfinaluna, tí áskoðarafjøldin ýldi eftir honum. Hann var tá aftanfyri og tapti eisini.

 

Finalan verður í kvøld.

 

Michael van Gerwen