HM hondbóltur: Spania vann á Týsklandi

Tað verður Spania, sum skal møta Noreg ella Russlandi í HM hálvfinaluni

 

Spania var best ímóti Týsklandi og er klárt til hálvfinaluna. - Foto: Joan Monfort/Ritzau Scanpix

Eftir slaka byrjan vóru sponsku kvinnurnar greitt tær sterkastu, tá tað í fjórðingsfinaluni møttu Týsklandi í HM í hondbólti.

Tær sponsku kvinnurnar høvdu á heimavølli í Granollers fyrimunin við at hava viðhaldsfólk, sum sóu hetjur sínar vinna 26-21.

Í hálvfinaluni skal Spania møta Noreg ella Russlandi.

Týskland kom best frá byrja og bygdi skjótt upp eina fýra máls leiðslu, men Spania setti ferðina upp, og brádliga var støðan 8-8.

Spaniólar hildu skjótu ferðina, og týskarar megnaðu ikki at fylgja við. Skjótt kom Spania upp á 13-9, og Týskland tyktist lamsligið. Bæði liðini skoraðu einaferð afturat inn steðgin.

Spania helt fram við somu rútmu í fyrsta parti av øðrum hálvleiki og varðveitti leiðsluna – til Týskland fann neistan aftur og minkaði um leiðsluna til tvey mál.

Í álopinum royndi Týskland at loysa trupulleikarnar við at spæla sjey ímóti seks, men tað var týðuligt, at spælararnir ikki vóru tryggir við ta avgerðina.

Lena Degenhardt tók nakrar fjáltrandi avgerðir og misnýtti tríggjar ferðir ár rað. Samstundis fann Spania aftur leiðina gjøgnum týsku verjuna.

Spaniólar endurvunnu leiðsluna, sum tá tíggju minuttir eftir var 22-17.

Tað megnaði Týskland ikki at vinna innaftur, og Spania kundi harvið fegnast.

Danska Silje Brøns Petersen, sum í november fekk týskan ríkisborgararætt, hevði ongan leiklut í fjórðingsfinaluni.

/ritzau/

 

 

 

Spania var best ímóti Týsklandi og er klárt til hálvfinaluna. - Foto: Joan Monfort/Ritzau Scanpix