HM hondbóltur: Norsku kvinnurnar eru heimsmeistarar

Norska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur vunnið heimsmeistaraheitið í HM kappingini í Spania eftir finalusigur upp á 29-22 á Frankaríki. Noreg var annars aftanfyri við seks málum stutt fyri hálvleikin.

Henny Reistad og Noreg vunnu á Frankaríki í HM finaluni. - Foto: Pau Barrena/Ritzau Scanpix

Í dagsins finalu í endaspælinum í Spania vann Noreg á mótstøðuliðnum Frankaríki við 29-22 hóast Frankaríki var á odda við seks málum stutt undan steðginum.

HM-sigurin merkir, at Noreg nú bæði eru heimsmeistarar og evropameistarar.

Frankaríki, sum á veg í finaluna vann á Danmark í hálvfinaluni, byrjaði best í eini jhavnari byrjar við føringum upp á tvey mál.

Tær fronsku løgdu seg tó á odda 10-7, tá Estelle Nze Minko eftir góðar 20 minuttir steðgaðu einu,m norskum kontraálopi, tá hon fangaði eina norska avlevering og síðani skoraði.

Í málinum hjá Frankaríki tók Laura Glauser hesa løtuna at kalla alt, sum kom ímóti henni, og tá alt hepnaðist hjá fronsku spælarunum í hinum endanum, løgdu tær seg á odda 14-8.

Fleiri tveir minuttir útvísingar oman á hvørja aðra hjá báðum liðum elvdu til koas beint undan steðginum, og sjálvt við dómaraborðið høvdu tey trupulleikar at finna út av, hvør skuldi útvísast.

Noreg kláraði seg best gjøgnum fløkta tíðarskeiði og fekk minkað um munin til 12-16 fá sekund fyri hálvleik.

Harvið birtist vónin um seinna hálvleik, har Noreg bert skuldi brúka tveir og ein hálvan minutt til at skora fýra ferðir og javna 16-16.

Eftir seks minuttir hamraði Henny Reistad tvær ferðir bóltin í málið í nøkur fá sekund og so var 18-18 og 19-18, sum var fyrstu ferð, at Noreg yvirhøvur var á odda í dystinum.

Norska spælið var sum hamskift, og stutt eftir var støðan 22-19 til Noreg.

Silje Solberg í norska málinum tók nú at kalla alt, so leiðslan hjá Noreg bara vaks og vaks, til teir síðstu 10 minuttirnar, tá eingin ivi longur fór at vera um úrslitið.

Annar hálvleikur endaði 17-6 til Noreg, sum seinast vann HM heitið í 2015.

Fyrr í dag fekk Danmark síni fyrstu heiðursmerki í átta ár við sigri í bronsudystinum á Spania. Danir vunnu 35-28 á Spania.

/ritzau/

 

 

Henny Reistad og Noreg vunnu á Frankaríki í HM finaluni. - Foto: Pau Barrena/Ritzau Scanpix