HM hondbóltur: Danmark vann bronsuna

Við sigri á Spania vann Danmark bronsu í HM kappingini. Tað er fyrstu heiðursmerki í átta ár.

 

Kathrine Heindahl og donsku hondbóltskvinnurnar vunnu á Spania í dagsins bronsudysti. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danska kvinnulandsliðið er umsíðir aftur á heiðursmerkjaskamlinum í altjóða hondbólti.

Við 35-28 sigri á Spania tryggjaði Danmark sær HM bronsu og endaði harvið átta ára heiðursmerkja turk. Fegnir spælarar tveittu seg um hálsin á hvør øðrum eftir síðsta bríksl í Granollers.

Bara tríggjar teirra, Louise Burgaard, Trine Østergaard og Anne Mette Hansen, hava verið við áður, í Serbia í 2013, tá danskt landslið seinast spældi seg til heiðursmerki við stórt meistaraskap.

Úrslitið er eisini ein sigur til Jesper Hansen landsliðsvenjara. Framgongdin hjá liðnum við hetta HM er til at fáa eyga á. Við sigrinum í bronsudystinum kann hann eisini merkja sær eina betri endaplasering enn við síðsta EM í fjør.

Og landsliðsvenjarin kann eisini taka sær sín part av heiðrinum fyri, at Danmark basti sponsku vertunum í dag.

Væl stuðlað av áskoðarum var spanska liðið væl motiverað, men sum fyrri hálvleikur leið, fekk Danmark alsamt minni trupulleikar við at spæli seg til stórar møguleikar.

Spurningurin var í staðin, um verjan kundi bremsa heimaliðnum. Tí júst sum væntað var spanska strikuspælið gott.

Serliga tá Kaba Gassama kom á vøllin, fekk Line Haugsted, Rikke Iversen og Kathrine Heindahl úr at gera.

Men tað endaði alsamt meira hassarderað hjá spaniólum. Nógv skot fóru omanfyri ella við síðuna av málinum hjá Sandru Toft, og tann áður so góði kanónskjýttin, Alexandrina Cabral er langt frá síni stórheitstíð.

Tí fór Danmark at leggja sjógv til spaniólar í síðstu minuttunum av fyrra hálvleiki, sum danir vunnu 16-13.

Kristina Jørgensen spældi sín besta dyst í allari kappingini, og Louise Burgaard var serliga eftir steðgin sera vandamikil fyri sponsku verjuna.

Danmark náddi upp á 20-14, áðrenn spaniólar vóru noyddir at taka eitt timeout.

Við knívinum á barkanum fór spanska verjan enn longur fram. Jesper Jensen svaraði við eini álopsskipan uttan vongspælarar, og spælararnir megnaðu at finna rúm aftan fyri sponsku bakketuna.

Í málinum stóð Sandra Toft við síni vanligu styrki. Tíggju ár eftir at hon fyrstu ferð var við, kann 32 ára gamli málverjin kalla seg heiðursmerkjavinnara við danska landsliðnum.

Danmark spældi seg til HM við átta sannførandi sigrum og bert einum teprum halvfinalutapi til Frankaríki. Tí kann staðfestast, at donsku hondbóltskvinnurnar aftur hava meldað seg í heimselituna.

 

Finalan verður klokkan 16:30 millum Frakland og Noreg.

/ritzau/

 

 

 

Kathrine Heindahl og donsku hondbóltskvinnurnar vunnu á Spania í dagsins bronsudysti. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix