HM-hondbóltur: Ukraina er stórur biti

Føroyska manslandsliðið í hondbólti spælir í dag fyrsta dystin í HM-undankappingini

Í dag byrjar HM uundankappingin fyri føroyska manslandsliðið í hondbólti, tá Føroyar spæla móti Ukraina í norðuritalia. Dysturin byrjar klokkan 15.30 og verður útvarpaður á Rás2 og vístur í sjónvarpinum. Føroyar eru í bólki við Ukraina, Rumenia og Italia.

 

Hoyr Rás2 við at trýsta HER

 

Mótatøðuliðið í dag er Ukraina, sum er stórfavorittur at vinna. Oddsini upp á ein føroyskan sigur liggur millum 8 til 18, meðan veddingarfyritøkurnar geva niður í 1.07 fyri ein ukrainskan sigur. Tað vil siga, at Ukraina sambært veddingarfyritøkunum er stórfavorittur at vinna.

 

Her er nakað av tí, sum Sonni Larsen sigur um mótstøðuliðið í dag:

 

- Vit kunnu vænta, at liðið er kropsliga væl fyri, gjarna betri enn vit hava møguleika at stilla upp við. Her verður neyðugt hjá okkum at takla tíðliga í hvørjum álopi, og samla kreftirnar í verjustøðu, so vit eisini kunnu stýra hvat teir kunnu gera. Teir fara altíð at koma til skot, men spurningurin er hvar frá. Teir hava fleiri altjóða royndir enn okkara, um tú hyggur eftir dystartali og aldri. Her er málið at vera við allan dystin og í minsta lagi arga teir, sigur Sonni Larsen, landsliðsvenjari.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, meðan dysturin somuleiðis verður vístur í sjónvarpinum. Dysturin byrjar klokkan 15.30.