HM í hondbólti: Gott norðurlendskt kvøld

Bæði Danmark og Ísland vóru í dysti í HM-hondbóltskappingini hjá monnum í kvøld. Íslendingar spældu fyrst ímóti Makedonia. Fyrri hálvleikur var rættiliga javnur og endaði eisini 10-10. Í seinna hálvleiki vístu íslendingar gott verjuspæl, samstundis sum málmaðurin Björgvin Páll Gústavsson stóð væl, og tað gjørdi, at Ísland at enda vann dystin við 23 málum ímóti 19.

Danmark vann sum væntað dystin í kvøld ímóti Kili, men hóast danski sigurin gjørdist tryggur at enda, var fyrri hálvleikur javnari, enn tey flestu høvdu væntað. Hálvleiksstøðan var 17-13 til danir.

Í seinna hálvleiki dró tað danska liðið støðugt frá suðuramerikanarunum, og tá Kili spardi summar av sínum bestu spælarum út ímóti dystarenda, endaði dysturin við donskum stórsigri 43-24. Her skal leggjast afturat, at Mikkel Hansen var ikki á danska liðnum í kvøld.

Danmark er á odda í sínum bólki við seks stigum. Russland, Ísland og Makedonia hava fýra stig.