Svøríki og Bahrain eru víðari úr innleiðandi bólki F í U21 HM-endaspælinum í manshondbólti.
Svøríki vann bólkin við seks stigu, Bahrain og Slovenia hava trý stig hvør og Grønland endar aftast við ongum stigi.
Høvuðsorsøkin til, at Bahrain knógvar øðrum plássinum í bólki F er teirra risasigur á Grønlandi. Meðan Slovenia "bara" vann 48-23 (24-10) á Grønlandi, so setti Bahrain HM-endaspælsmet í dag við at vinna ein knúsandi 63-13 stórsigur á Grønlandi. Í steðginum var Bahrain á odda 33-5.
Bahrain – Grønland 63-13 (33-5)
Bahrain : Jasim Khamis 15, Ali Alasheeri 9, Mohamed Rabia 9, Husain Saleh 7, Abdulla Ali 5, Ahmed Alzain 4, Ahmed Kadhem 4, Ali Abdulla 4, Mahmood Alkhunaizi 4, Komail Ali 1, Hasan Ali 1.
Grønland : Archibald Tobias Lennert 4, Carl-Christian Johansen 3, Kale Angutivik Haastrup 2, Steen Emil Peter Malik 1, Nicklas E. K. Andersen 1, Mikki Lynge 1, Kim Holger Josefsen 1.
Gamla HM-endaspælsmetið er frá 2003, tá Ísland vann 55-15 á Avstralia í HM-endaspælinum fyri A-landslið hjá monnum.
Slovenia skuldi fáa stig móti Svøríki fyri at vinna seg víðari, men Svøríki vann greiðan 38-25 (20-13) á Slovenia, so Slovenia má spæla í niðara endaspælinum.