Fótbóltur
Smáar fótbóltstjóðir kring heimin, sum ikki eru limir í FIFA, og tær, sum ikki hava møguleika til tess, eru nú av álvara farnar at virka fyri sínamillum kappingum.
Nýggja fótbóltssamgongan hevur fingið navnið, NF-Board, og millum limalondini teljast eitt nú Vestursahara, Monaco, Chagosoyggjarnar og Sámaland. Sámarnir fara annars í næstum undir sína fyrstu landsliðsuppgávu, og verður tað tá Norðurcypern, sum verður mótstøðuliðið.
Í alt er talan um 73 limalond, sum ætla sær saman í NF-Board, og tó at vónin er, at onkur av hesum við tíðini kunnu fáa FIFA-limaskap, so eru ætlanir longu frammi um eina HM-kapping fyri smátjóðirnar. Hvar og nær hendan verður, er tó enn ikki avgjørt.









