Pólska manslandsliðið hevði stóran uppbakkning á heimavølli í Katowice, tá teir spældu setanardyst í HM-endaspælinum í hondbólti móti Fraklandi.
Frakland lat seg ikki ræða av stóru fjøldini og vann dystin 26-24. Í steðginum var Frakland á odda 14-13.
Tað eydnaðist Pólandi at javna fronsku leiðsluna nakrar ferðir í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ikki vertstjóðini at fáa leiðsluna í seinna hálvleiki.
Frakland: Dika Mem 6, Kentin Mahe 4, Ludovig Fabredas 3, Nikolas Tournat 3, Yanis Lenne 3, Nedim Remili 2, Mathieu Grebille 2, Dylan Nahi 2, Thibaud Briet 1.
Póland: Szymon Sicko 7, Arkadiusz Moryto 6, Piotr Jedraszcyk 3, Maciej Gebala 3, Ariel Peitrasik 2, Micjal Olejniczak 2, Patryk Walczak 1.
Skráin fyri bólk B:
11. januar:
Póland-Frakland 24-26 (13-14)
12. januar:
Saudiarabia-Slovenia klokkan 17
14. januar:
Frakland-Saudiarabia klokkan 17
Póland-Slovenia klokkan 19.30
16. januar:
Slovenia-Frakland klokkan 17
Póland-Saudiarabia klokkan 19.30