HM - Finalan í svimjing í sjónvarpinum íkvøld

Klokkan 18.30 í kvøld fer Pál Joensen at svimja 800 metra frí í finaluni um heimsmeistaraskapin í svimjing.

 

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum fer at senda beinleiðis frá finaluni. Føroyskur viðmerkjari verður í sjónvarpsstovuni.

 

Pál Joensen er í finaluni við sættubestu tíðini. Átta svimjarar eru í finaluni, og Pál er einasti norðurlendingur.

 

Sjónvarpið byrjar at senda klokkan 18.25.

 

Tveir aðrir føroyskir svimjarar, Birita Debes og Bartal Heystoy, hava verið í kapping ídag.

 

Birita Debes svam í kappingini 50 metra ryggsvimjing. Hon bleiv nummar 40 av 51 við tíðini 30.57.

 

Bartal Heystoy svam 200 metra blandað. Tíðin hjá honum var 2.09.46, og tað er persónligt met. Hann bleiv nummar 47 av 50.