HM: Eru nú komnar til Moskva

Estetisku liðini hjá HF eru nú komin til russiska høvuðsstaðin, har tær luttaka í HM.

Fyrradagin fóru tvey estetisk fimleikalið hjá Havnar Fimleikarfelag til russiska høvuðsstaðin Moskva, har tey um vikuskiftið skulu luttaka í heimsmeistarakapping. Talan er um kvinnuliðið Hulda og unglingaliðið Alda, sum bæði hava vunnið sær atgongd við at gerast føroyameistarar fyrr í hesum mánaðinum.

 

- Liðini bæði hava staðið seg sera væl í heimakappingini og eru tí sera spentar at vita hvussu langt tað røkkur hesaferð. Unglingalið úr Føroyum hava ikki luttikið til heimsmeistarakappingina í fleiri ár og tí er hetta ein sera spennandi kapping, ið kann geva eina nýggja ábending um, hvar støðið liggur nú í mun til fyri nøkrum árum síðani, frætta vit úr ferðalagnum.

 

Av tí at tað er HM fyri báðar aldursbólkar, verður tað soleiðis, at kvinnur og unglingar koma inn annað hvørt. Lutakast hevur verið og liðini úr Føroyum skulu inn sum nummar 6 og 7 – fyrst kvinnurnar og síðani unglingarnir. Eitt dómaratoymi við 12 kvinnum døma unglingar og aðrar 12 døma kvinnurnar. Tveir av hesum 24 dómarunum eru føroyskir – nevniliga Beinta Danielsen og Elna Johannesen.

 

Við í kappingini hjá kvinnunum eru 28 lið og hjá unglingunum eru 24 lið úr 18 ymiskum londum. Til ber at fylgja við gongdini beinleiðis á hesi leinkjuni (trýst) umframt at in.fo eisini fer at fylgja nærri við gongdini.

 

Unglingaliðið Alda: Jonna Hansen, Barbara Ellendersen, Marita Káradóttir Petersen, Ronja Hentze Hardlei, Sára á Lakjuni, Jórun Sofía Árnadóttir, Turið Kruse Johannesen og Anja Petersen. Venjari er Eyð Strøm.

Kvinnuliðið Hulda: Anna Helena Ejdesgaard, Elsa Anna Mohr, Barbara Debess Eiriksfoss, Ásvør Lognberg, Svanna Poulsen, Jóhanna Sofía Nolsøe, Súsanna Katrina Nolsøe, Bjarta Jansdóttir, Katrin Wardum og Jónvá Ellingsgaard. Venjarar eru Eyð Strøm og Jóna Hvannastein.