HM er góðskutíð

Heima hjá Heidi Lava Elgeirsdóttir brúka tey nógva tíð til HM í fótbólti

- Vit hyggja eftir øllum dystunum, sum vit kunnu, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir, sum dámar ómetaliga væl at hyggja eftir heimsmeistarakappingini í fótbólti, og sum saman við familjuni hevur glett seg øgiligt til HM.

 

- Vit brúka nógva tíð upp á HM fótbóltin heima hjá okkum. Vit eru saman um hetta, og vit hyggja øll, sigur Heidi, sum eigur tveir synir saman við manninum Bárði Olsen. Eisini tann 2 ára gamli sonurin tímir væl, tá vit øll sita og hyggja eftir fótbólti, sigur Heidi, sum fyri tveimum árum síðani setti upp stórskíggja uttanfyri húsini hjá teimum, tá EM endaspælið var.

 

- Vit boðaðu frá á facebook, at vit vístu fótbólt á stórskíggja og høvdu opið hús, og so grillaðu vit til gestirnar aftur við fótbóltsdystunum, sigur Heidi, sum eisini er íðin fjeppari hjá B36.

 

Stórskíggin er ikki settur upp enn í sambandi við heimsmeistarakappingina. Men Heidi er til reiðar at seta hann upp, um veðrið er til vildar, tá onkur serligur dystur við liðum, sum tey halda við, er á skránni.

 

Heima hjá Heidi og Bárði eru øll fjepparar hjá Íslandi, men annars halda tey við hvør sínum liði. Maðurin, sum eisini er gløðandi Liverpool-fjeppari, heldur við Onglandi, Heidi vil hava Týskland at vinna, og eldri sonurin, sum er sjey ár, heldur við Portugal.

 

Heidi er ikki fallin í fátt, hóast Týskland óvæntað tapti móti Meksiko í fyrsta HM-dystinum sunnudagin.

 

– Tað var eitt ordans sjokk, men Týskland skal nokk fara at klára tað, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir avgjørd. Týskland spælir dyst aftur í kvøld, tá verandi heimsmeistararnir skulu spæla móti Svøriki.