Finnin Kimi Räikkönen tók við sigrinum tíggju stig av leiðsluni hjá bretska Lewis Hamilton í kappingini um heimsmeistaraheitið, meðan tvífaldi heimsmeistarin, spaniumaðurin Fernando Alonso tók átta stig av muninum upp til Hamilton.
Kleyvarskapur og svikaligt veður kostaðu Lewis Hamilton ein tryggan sigur. Eftir at hava ligið á odda frá byrjanini, kom Hamilton undir trýst av Räikkönen í Ferrari og liðfelaga sínum í McLaren-Mercedes, Alonso. Við niðurslitnum regndekkum á eini rættiliga turrari breyt og veðurforsøgn, ið segði, at tað kundi fara at regna aftur hvørja løtu. Bíðaðu McLaren liðið og Hamilton ov leingi við at koyra í pitt, tí bíða var eftir hvussu veðrið fór at blíva. Tá Hamilton endiliga koyrdi í pitt, vóru dekkini so niðurslitin, at hann fór av breytini og steðgaði upp í sjálvari pittinnkoyringini.
Svikaliga veðrið gjørdi sítt til at gera koyringina spennandi, og teir bilarnir, ið valdu at fara inn í pitt nóg tíðliga at skifta regndekkini til turrveðursdekk vunnu nógv pláss. Hetta gjørdi at úrslitið gjørdist nokkso óvanligt, og serliga Jenson Button í Honda á fimta plássi og Sebastian Vettel í Torro Rosso á fjórða plássi fingu óvæntaði úrslit.
Við bert einari koyring eftir hevur Hamilton 107 stig, Alonso hevur 103 og Räikkönen hevur 100 stig. Sostatt er HM enn víðopið og verður avgjørt í Brasilia um tvær vikur.
Úrslit Førari Lið Tíð/givin Stig
1 Kimi Räikkönen Ferrari Vinnari 10
2 Fernando Alonso McLaren-Mercedes +9.8 sekund 8
3 Felipe Massa Ferrari +12.8 sekund 6
4 Sebastian Vettel STR-Ferrari +53.5 sekund 5
5 Jenson Button Honda +68.6 sekund 4
6 Vitantonio Liuzzi STR-Ferrari +73.6 sekund 3
7 Nick Heidfeld BMW +74.2 sekund 2
8 David Coulthard Red Bull-Renault +80.7 sekund 1
9 Heikki Kovalainen Renault +81.1 sekund
10 Mark Webber Red Bull-Renault +84.6 sekund
11 Giancarlo Fisichella Renault +86.6 sekund
12 Alexander Wurz Williams-Toyota +1 umfar
13 Jarno Trulli Toyota +1 umfar
14 Takuma Sato Super Aguri-Honda +1 umfar
15 Rubens Barrichello Honda +1 umfar
16 Nico Rosberg Williams-Toyota +2 umfør
17 Sakon Yamamoto Spyker-Ferrari +3 umfør
Givin Robert Kubica BMW +23 umfør
Givin Lewis Hamilton McLaren-Mercedes +26 umfør
Givin Ralf Schumacher Toyota +31 umfør
Givin Adrian Sutil Spyker-Ferrari +32 umfør
Givin Anthony Davidson Super Aguri-Honda +45 umfør