HM-endaspælið: Russland verður vertstjóð í 2018

Tað er somuleiðis greitt, at Qatar skipar fyri heimsmeistaraskapinum í 2022.

 

Ongland, Holland/Belgia og Spania/Portugal bjóðaðu seg eisini fram til kappingina í 2018, men valið fall á Russland.

 

Tað er fyrstu ferð, at russar skipa fyri kappingina.

 

- Vit lova, at tit, sum hava atkvøtt á Russland, verða ikki vónsvikin. Latið okkum skriva søgu saman, eru fyrstu útsagnirnar frá russiska fótbóltssambandinum.