HM/EM: Kvinnulandslið niðurskorið

Føroyski landsliðsvenjarin Jóhan Petur á Stongum og hjálparvenjari hansara Kristian Mikkelsen hava í vikuni tikið út 18 leikarar til víðari venjing við kvinnulandsliðnum, sum í tíðarskeiðnum 23. - 25. mai 2016 skal royna seg í VM/EM kappingini, sum verður í Tórshavn.

 

Um   vikuskiftið kom allir leikararnir, sum spæla við í fremstu deildini í Danmark eisini til Føroya at verða við í venjingini - hetta er fyrstu ferð at allir leikararnir eru saman, tí fíggjarliga ber ikki til at hava regluligar venjingar við øllum leikarunum saman - teimum i Føroyum og teimum úr Danmark.

 

Liðini sum Føroya skulu spæla ímóti eru Kýpros, Liktenstein og Írland.

 

Nú er bruttohópurin minkaður niður á 18 leikarar. Tær sum skulu halda áfram at venja og stíðast um tey seinastu 14 pássini eru hesar:

 

Amager VK:

Sofía Purkhús

Elisabeth Purkhús

Eina Kalsø

Birgit Guttesen

 

Randers NOVO/Ikast:

Urd T. Traðará

Eyð G. Magnussen

 

Fleyr:

Anja S. Danielsen

Eva W. Nagata

Súsanna Ludvig

Anna Sára L. Skaalum

 

Dráttur:

Ruth Albinsdóttir

Anna S. Hansen

Barbara H. Poulsen

 

KÍF:

Guðrun Joensen

Sóley M. Poulsen

Hanna A. Olsen

 

TB:

Sharon T. Holm

Femja F. Mortensen