HM: Elias og Hákun eru millum tríggjar teir fremstu málskjúttarnar

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skotið 26 mál higartil, og Hákun West av Teigum hevur skotið 24 mál

Nú innleiðandi bólkaspælið í U21 HM-endaspælinum í Týsklandi er liðugt kunnu vit gleðiliga staðfesta, at Føroyar eiga tveir av trimum teimum fremstu toppskjúttunum í HM-endaspælinum.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Naoki Fujisaka hava skotið 26 mál hvør. Elias hevur skotið 26 mál upp á 39 málroyndir. Naoki Fujisaka hevur skotið 26 mál upp á 42 málroyndir.

 

Nummar trý á listanum er Hákun West av Teigum við 24 málum. Hákun hevur skotið 24 mál upp á 30 málroyndir.

 

Í hølunum á Hákuni koma Omar Mohamed úr Egyptalandi og Mohamed Rabia úr Bahrain við 23 málum hvør. 

 

Elias er fremst á assist-listanum. Elias hevur higartil havt 23 málgevandi sendingar. Andri Már Rúnarsson úr Íslandi er nummar tvey á listanum við 16 málgevandi sendingum. 

##med2##