HM-dystur avlýstur

Ætlaði dysturin millum Garry Kasparov og Ruslan Ponomariov, sum av røttum skuldi leikast í septembur/oktobur, er avlýstur

Talv

Tað vórðu smíl á andlitum hjá talvfjepparum í mai mánaða í fjør, tá ein søgulig avtala bleiv undirskrivað av FIDE (altjóða talvsamgongan ) forsetanum Kirsan Ilyumzhinov, heimins mætasta og hægstrataða telvara Garry Kasparov, heimsmeistaranum Vladimir Kramnik, FIDE-heimsmeistaranum Ruslan Ponomoariov og ymiskum umboðsmonnum.
Í skrivinum, sum hevði endamál at fáa ein felags heimsmeistara aftur eins og í gomlum døgum, stóð millum annað, at Ponomariov og Kasparov skuldi í 2003 leika ein sonevndan ?hálvfinaludyst?, og at vinnarin av sterku Dortmund-kappingini í summarinum 2002 fekk møguleikan at bjóða Kramnik av í hinari hálvfinaluni. Hesin bleiv Peter Leko, sum vann á Veselin Topalov í finaluna í Dortmund.
Vinnararnir av nevndu dystunum fara loksins at leika eina endaliga HM-finalu.

Trupulleikar aftaná trupulleikar
Skjótt sást tó at elitutelvararnir ikki vórðu so lættir at fáast við. Nakrir øgiligir knútar skuldi fyrst loysast, hóast at menn vistu hvat teir høvdu undirskrivað í mai 2002. Optimisman vann kortini í fyrstu syftu á pessimismuni, sjálvt um dystirnir báðir blivu útsettir fleiri ferðir.
Kunngjørt varð, at Kasparov ? Ponomariov dysturin skuldi telvast í septembur/oktobur, men Kramnik og Leko høvdu og hava enn trupulleikar við at finna hóskandi sponsorar til dyst teirra, og er tí enn eingin endalig dato kunngjørd. Kramnik letur tó væl at í samrøðu fyri stuttum, har hann sigur at tað bert er spurningur um tíð nær rætti sponsorur verður funnin, og at vit tí ikki eiga at óttast. Møguliga verður dysturin leiktur í novembur í Buenos Aires, siga teir úr FIDE.

Treiskur Ponomariov
Mitt í meldrinum av hesum, brast enn ein bumba 28. august. Ponomariov hevði undan 28. august verið rættiliga fjarur og stillur, og hevur ikki viljað undirskrivað endaliga dystaravtaluna. Kasparov undirskrivaði skjalið fyri fleiri mánaðum síðani. Ponomariov, sum eingin kundi fáa orð á (ein kundi bert hitta umboðsmann hansara í samband við endaligu avtaluna), kravdi millum annað 100.000 dollarar frá FIDE fyri tær mongu útsetingarnar av dystinum, umframt fleiri onnur praktisk krøv.
Seinasta freist var nevnliga 28. august hjá Ponomariov at undirskriva endaligu pappírini og senda tey til FIDE, og tá einki frættist frá honum, varð hann sensationelt strikaður av sum FIDE-heimsmeistari!

Kasparov fær annan mótstøðumann
Ístaðin hevur FIDE avgjørt, at ein stór Knock-Out-kapping við 128 luttakarum verður í Moskva í desembur. Mannagongdin verður væntandi soleiðis, ífylgju FIDE, at vinnarin í Moskva sleppur at møta Kasparov, helst einaferð komandi vár, og vinnarin av hesum dysti møtir framvegis vinnaranum av Kramnik-Leko dystinum.
Ein øgiligur HM-hurlivasi, sum vónandi fær ein góðan enda hóast alt.