Tað eru bert seks dagar til HM-endaspælið í manshondbólti í Svøríki og Pólandi byrjar.
Verandi heimsmeistararnir í 2021 og í 2019, Danmark eru favorittar hjá veddingarfyritøkunum at endurtaka brøgdini frá 2019 og 2021.
Gjøgnumsnitsoddsini hjá veddingarfyritøkunum uppá, at Danmark vinnur HM-gull eru 2,50.
Oddsini uppá Frakland eru 5,00, og oddsini uppá Spania eru 5,50.
Oddsini uppá Svøríki eru 7,00. Oddsini uppá Ísland eru 11,00.