Næsti dagur av HM í kvinnuhondbólti hevur nakrar áhugaverdar dystir, eftir úrslitini í gjár.
Sí eisini:
HM, dagur 1: Samanumtøka, úrslit og hæddarpunkt
Bólkur A og D spælir ikki í morgun, og tí eru seks dystir á skránni, har bólkur B og C longu skulu aftur í eldin.
Skráin í dag:
Klokkan 6.00: Brasil - Frakland
Klokkan 6.00: Kasakstan - Montenegro
Klokkan 9.00: Avstralia - Týskland
Klokkan 9.00: Senegal - Rumenia
Klokkan 9.00: Spania - Ungarn
Klokkan 11.30: Suðurkorea - Danmark
Í bólki B skulu Frakland og Brasil í eldin at royna seg eftir ósigrar ígjár, meðan Týskland neyvan fær trupulleikar av Brasil.
Serliga áhugaverdur er dysturin millum Suðurkorea og Danmark. Suðurkorea var ein stórtjóð í hondbólti um aldarskiftið, men seinastu tíggju árini hava úrslitini ikki vakt ans. Tað gjørdi úrslitið í gjár hinvegin, tá Suðurkorea basti fronsku Heims- og Evropameistarunum.
Danmark hevði tað lætt í gjár ímóti Avstralia og spurningurin er um tað kann geva dønum ein fyrimun í sera týdningarmikla dystinum í dag.
í bólki C er serliga spennandi dysturin ímillum Spania og Ungarn, sum bæði vunnu ígjár. Ungarn hevur havt sera góð úrslit seinastu árini, men Spania vísti øgiliga styrki ímóti Rumenia í gjár.
Rumenia skal eisini spæla nógv betri, um tað skal eydnast at basa Senegal, sum spældi skilagott í gjár. Montenegro hevur lætta dystin ímóti Kasakstan.
Støðan:
| Bólkur B | Lið | Dystir | Málmunur | Stig |
| 1 | Danmark | 1 | 25 | 2 |
| 2 | Týskland | 1 | 6 | 2 |
| 3 | Suðurkorea | 1 | 2 | 2 |
| 5 | Frakland | 1 | -2 | 0 |
| 6 | Brasil | 1 | -6 | 0 |
| 7 | Avstralia | 1 | -25 | 0 |
| Bólkur C | Lið | Dystir | Málmunur | Stig |
| 1 | Ungarn | 1 | 24 | 2 |
| 2 | Spania | 1 | 14 | 2 |
| 3 | Montenegro | 1 | 4 | 2 |
| 4 | Senegal | 1 | -4 | 0 |
| 5 | Rumenia | 1 | -15 | 0 |
| 6 | Kasakstan | 1 | -24 | 0 |











