HM-dómari fingið lívlangt bann

Hann skuldi døma í HM í næsta mánað, men sleppur nú ikki at døma aftur yvirhøvur.

Fahad Al Mirdasi úr Saudi Arabia varð upprunaliga útnevndur sum ein av teimum 36 dómarunum, sum skuldu leiða dystirnar í HM-endaspælinum í Russlandi í summar, men soleiðis verður tað ikki kortini.


Les eisini: Hesir skulu døma í HM


Orsøkin er tann, at hann er avdúkaður í eini roynd at vera við í avtalaðum spæli. Hann skuldi døma steypafinaluna í Saudi Arabia ímillum Al-Ittihad og Al Faisaly, men eftir illgruna um avtalað spæl varð hann tikin av aftur dystinum.


Tað var Al-Ittihad, sum meldaði dómaran til fótbóltssambandið, og sambært Reuters, so hevur Fahad Al Mirdasi viðgingið, at hann ætlaði sær at vera við í avtalaðum spæli í steypafinaluni.


32 ára gamli Fahad Al Mirdasi hevur verið FIFA-dómari síðani 2011. Hann hevur áður dømt í Confederations Cup og í OL, og hann var spáddur at fáa onkran stórdyst í HM-endaspælinum. Hetta verður nú av ongum, tí hann hevur fingið lívlangt bann frá at døma fótbólt.