HM í hondbólti í Japan byrjaði í dag, og beinanvegin kom ein øgiligur skelkur.
Veddingarfyritøkur og serfrøðingar hava verið samd um, at Norra, Frakland og Russland fara at berjast um Heimsmeistaraheitið.
Tvey tey seinasti endaspølini hevur Frakland vunnið, men í dag taptu ráðandi Evropa- og Heimsmeistararnir púra óvæntað ímóti Suðurkorea við úrslitinum 29-27.
Franska heimsstjørnan, Grace Zaadi, skoraði fimm mál fyri Frakland, meðan leikarin, sum spælir í felagnum, Paris 92, Ryu Eun-hee, gekk undan við 12 málum fyri Suðurkorea
<iframe frameborder="0" height="476" width="476" allowfullscreen="true" allowtransparency="true" scrolling="no" style="border:none;overflow:hidden" src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fihf.info%2Fvideos%2F279370513009577%2F&show_text=0&width=476"></iframe>