HM-bronsa til Katrin

Talan er helst um besta føroyska ítróttaravrikið nakrantíð, nú Katrin Olsen hevur HM-heiðursmerki um hálsin.

Í finaluni fingu hon og danski bátsfelagin eina heldur vánaliga byrjan, og rættiliga nær sigrinum vóru tær ongantíð.

Men á teimum 2.000 metrunum vunnu tær seg stútt frameftir í feltinum, og tað eydnaðist eisini akkurát at vinna seg fram um týska bátin í stríðnum bronsukrónurnar. Málmyndir máttu takast í nýtslu, áðrenn avgerðin fall, men hon var so til fyrimuns fyri Katrin og Julionnu, og so kundu Merkið og Dannebrog standa lið um lið á pallinum, tá heiðursmerkini skuldu latast.

Australsku kvinnurnar vunnu kappingina í dupult-scullaranum í lættvekt, ið er flokkurin,sum Katrin og Julianne kappast í.