HM-blaðið í postkassanum

Í morgin liggur HM-blaðið hjá ÍtróttarSosialinum í postkassanum hjá tær

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Sosialurin gevur út eitt HM ella EM-blað. Vit halda at tað hevur stóran týdning, at vit geva eitt blað út á føroyskum til tey, sum ynskja at fylgja við HM-endaspælinum í Russlandi.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Blaðið er bæði ætlað teimum, sum hava stóran áhuga fyri HM-endaspælinum, men eisini teimum, ið ikki hava tíð ella áhuga at fylgja við í gerandislívinum í fótbólti, men kundu hugsað sær at fylgt við í summar. Tí er blaðið sett upp í tvær síður fyri hvønn bólk.

 

Á fyrru síðuni eru allir hóparnir og ein stutt samanumtøka av hvørjum landi. Á hini síðuni er ein søga úr hvørjum bólki, saman við øðrum upplýsningum, sum geva betri innlit í søguna hjá londunum.

 

Hartil hava vit valt ein “føroyskan” vinkul. Fyri hvønn bólk hava vit tosað við onkran, sum hevur samband við Føroyar og eitt land í tí bólkinum. Talan er í fleiri førum um kend nøvn í føroyska fótbóltsheiminum.

 

Pætur Eyðunsson Jensen hevur sniðgivið blaðið. Skrivarar eru Pætur Albinus, Teitur Joensen og Heri Simonsen.